
Upptøkur, tiknar av brúnni.
Skelkandi myndir vísa farmaskip, sum brotnar í Svartahavinum. Tað eru turkiskir myndugleikar, sum hava almannakunngjørt upptøkurnar, ið vórðu gjørdar av brúnni á skipinum, sum fór í helvt.
Óhappið hendir hin 17. januar í ár, tá skipin, Arvin, sum siglir undir Palau-flaggi, fór í helvt og sakk við eitt akkerspláss uttanfyri havnina í Bartin, sum liggur við Svartahavið.
Óhappið endaði syrgiliga. Dagin eftir vanlukkuna, vóru seks av manningini framvegis ikki komin afturíaftur. Manningin taldi í alt tólv fólk.
Í upptøkunum hoyra vit skiparan rópa MAYDAY.
47 ára gamla farmaskipið var heimahoyrandi í Ukraina, men sigldi altso undir Palau-flaggi.
Kelda: gCaptain
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=K6yvJJXIa7g]
Ukrainska skipið brotnaði, meðan tað lá á einum akkerspláss í Svartahavinum.