* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
36 bingjuskip liggja í løtuni í bíðirøð at sleppa til bryggju tætt við Los Angeles í USA.

Tað krevur 500.000 nýggjar bingjur at byrgja upp fyri einum yvirupphitaðum og glóðheitum bingjumarknaði. Tað metir farmasendarin, Flexport, sambært Bloomberg. Satelittupplýsingar vísa eitt stórt tal av bingjuskipum í bíðirøð uttanfyri Los Angeles, skrivar miðilin.

 

Tað er tørvur á 500.000 nýggjum 20-fótsbingjum fyri at møta glóðheita marknaðinum í løtuni, metir farmasendifelagið (speditørur), Flexport.

 

Við Bloomberg sigur varaforsetin í felagnum, Nerijus Poskus, at núverandi eftirspurningur krevur hundraðtúsundtals nýggjar bingjur.

 

Runt roknað eru 500.000 bingjur nóg mikið at fylla 25 av heimsins størstu bingjuskipum, skrivar Bloomberg. Miðilin vísir víðari til satelittupplýsingar, sum vísa umleið 36 bingjuskip, ið liggja í bíðirøð at sleppa til bryggju í tveimum havnum tætt við Los Angeles. Tað eru fleiri skip enn fyri jól, tá umleið 20 farmaskip lógu í bíðirøð.

 

Upphitaða støðan á bingjumarknaðinum hevur fingið stórar avskiparar at venda sær til Brússel at fáa loyst trupulleikan, tí eftirspurningurin eftir vørum - serliga úr Ásia til Norðuramerika og Evropa - hevur elvt til so stóran tørv á bingjum, sum ongantíð áður. Og hetta hevur elvt til himmalhøgan farmakostnað.

 

Kelda: Shippingwatch / Bloomberg