* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiski tangabáturin, Natig Aliyev, hevur ligið út við 5 mánaðir í Danmark, tí hann varð tikin í varðhald. Nú er líkt til, at málið verður loyst.

Fáa løn fyri fyrstu ferð í 5 mánaðir

Eftir at hava ligið svínabundnir við bryggju í Aalbæk Bugt í fimm mánaðir, hevur russiska reiðaríið, Palmali, nú lovað manningini á Natig Aliyev løn.

 

Tað er ITF, sum umvegis russiskar keldur hevur fingið váttan fyri, at Palmali bæði fer at rinda løn til manningina og rinda fyri varðhaldið av skipinum. Heldur Palmali lyftið um at gjalda, so kann skipið fara víðari.

 

Tað skrivar TV2 Nord. Sjónvarpsrásin vísar nakrar av manningini, sum síggja út at hava tað gott.

 

Innlit, sum Søfart hevur fingið, vísir, at hald varð lagt á skipið eftir kravi frá Eiger Shipping, sum er dóttirfelag hjá sveisiska oljurisanum, Lukoil.

 

19 sjófólk eru umborð á Natig Aliyev. Reiðaríið skyldaði eisini manningin nógvan pening, tá hald varð lagt á skipið, men reiðaríið rindaði manningini løn í mars. Síðan hevur manningin onga løn fingið.

 

Lukoil leigaði Natig Aliyev í 2015, men lat reiðarínum skipið aftur, áðrenn leiguavtalan var úti.

 

Kelda: Søfart, TV2