
Ráoljutangaskipið ‘Europe’, sum er 234.006 bruttotons til støddar, er eitt av heimsins størstu tangaskipum. Nu er tað selt sum oljugoymsla.
Belgiska reiðaríið Euronav upplýsir, at 380 metrar langa tangaskipið er selt til ein ónevndan keypara.
Tað skrivar TradeWinds.
Skipið er risastórt við einum lastakapasiteti upp á 441.561 dwt (tons deyðvekt).
Sipið verður mett at vera heimsins størsta tangaskip og rúmar tríggjar milliónir føt av ráolju.
Síðan mai 2020 hevur skipið ligið fyri akker út fyri strondina í Malaysia, og sambært Euronav skal ‘Europe’halda fram at vera goymsluskip.
Sølan hevur sambært TradeWinds givið Euronav ein vinning upp á umleið 35 milliónir US-dollarar (264 milliónir krónur).
Eftir at ‘Europe’ er selt hevur Euronav framvegis trý risastór tangaskip í flotanum.
Kelda: Søfart og Tradewinds