* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt vil hava danskar meðarbeiðarar

Vónirnar um betri tíðir í Norðsjónum hava nú við sær, at Esvagt ætlar at seta 100 nýggj sjófólk í starv. Fleiri sáttmálar í norska og ikki minst í bretska partinum av Norðsjónum bera í sær, at meiri manning krevst.

Eftir mong ár við kreppu og afturgongd, sær Esvagt nú øðrvísi ljóst upp á framtíðina. Hægri oljuprísurin hevur økt um virksemið í Norðsjónum og harvið eftirspurningin eftir tænastunum hjá Esvagt.

Reiðaríið hevur longu sett umleið 40 sjófólk í starv, og sambært metingunum hjá HR-stjóranum Nick Vejlgaard Ørskov skal Esvagt brúka 50-70 fólk aftrat, so at samlaða talið av nýggjum starvsfólkum kemur upp á umleið 100, skrivar Jyske Vestkysten.

“Vit eftirútbúgva manningina til uppgávurnar og eru sera virkin á marknaðinum fyri at finna nýggjar starvsfelagar til økta virksemið, sum kemur,” sigur Nick Vejlgaard Ørskov.

Hann roknar tó ikki við, at Esvagt kann finna nóg nógvar nýggjar danskar starvsfelagar, og at neyðugt tískil verður at fáa fatur á nøkrum útlendingum eisini.

Kelda: JV.dk