* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Esvagt Shelde er nýggjasta vindmylluskipið í flotanum hjá danska reiðarínum, Esvagt.

New Havyard Ship Technology í Leirvik í Noregi hevur handað eitt nýtt vindmylluskip til danska Esvagt.

 

Talan er um skip nummar fýra og snið nummar átta í drúgva samstarvinum millum Havyard og Esvagt innan havvind-ídnaðin – Esvagt, sum eru slóðarar á hesum marknaðinum og Havyard, sum tey fyrstu við sersniði fyri havvind og nú eisini á odda á heimsmarknaðinum við einari røð av vindmylluskipum.

 

Skipið, sum varð latið eigarunum fríggjadagin í farnu viku, er tað seinasta í einari metlangari røð, men eisini tað fyrsta í einari nýggjari røð, sum skal latast Esvagt. Samstundis sum hetta skipið nú er liðugt, verður arbeiðtt við øðrum skipum í røðini, og tað triðja verður í løtuni sleipað við kós móti Leirvik, og verður væntandi í Leirvik fyrst í januar 2021.

 

- Esvagt er ein góður kundi, sum vit hava samstarvað við leingi. Vit kenna teirra skipanir, og hvat tey vænta av okkum, so tað er eitt gott skip, vit nú hava handað. Vit síggja fram til at fáa fatur á næsta skipinum, sigur Havyard í eini fráboðan.

 

Kelda: Skipsrevyen