* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Esvagt Cassiopeia, sum Esvagt eigur.

Esvagt byggir út í enskum øki

Esvagt Cassiopeia heldur fram við nýggjum sáttmála á bretska olju- og frálandsmarknaðinum.

 

Esvagt hevur gjørt sáttmála við Serica Energy um at lata Esvagt Cassiopeia sum hjálparskip í Bruce-økinum í UK Central North Sea. Tað boðar Esvagt frá í tíðindaskrivi sambært Søfart. Esvagt hevur sostatt sjey skip á týdningarmikla bretska framleiðslumarknaðinum.

 

- Tað er tekin um álit á Esvagt og okkara arbeiðshátt. Samstundis er tað tekin um, at vit eru kappingarfør við skipum okkara, sum eru kvalitetsskip, sigur Peter Lytsen, stjóri í Esvagt.

 

Esvagt hevur 18 skip, sum eru UK MCA-góðkend. Hetta gevur kappingarfyrimunir á einum marknaði, sum kostar rættiliga nógv.

 

Sáttmálin við Serica Energy er galdandi í eitt ár við møguleika fyri at longja við fimm árum.

 

Kelda: Søfart