* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
ES ætlar at nýtslan av skrubbarum sum heild so líðandi skal steðga.

Ein meiriluti í umhvørvisnevndini í ES-tinginum hevur – millum annað við uppskoti frá Danmark – avgjørt at steðga einum banni móti sonevndum “open-loop” skrubbarum, og í staðin so líðandi steðga skrubbarum heilt.

 

Orsøkin til mjúkligu viðferðina, sum upplatnir skrubbarar fáa, eru stóru íløgurnar, sum reiðarí kring heimin hava gjørt í júst hetta slagið av skrubbarum.

 

Tað var millum annað mótstøða frá ES-tingliminum, Søren Gade, sum fekk umhvørvisnevndina at gera mótstøðuna móti upplatnum skrubbarum nakað mildari. Upplatnir skrubbarar lata skitið vaskivatn fara beinleiðis á sjógv.

 

- Reiðarar hava gjørt íløgur í skrubbarar fyri at yvirhalda umhvørvisreglurnar, segði Søren Gade.

 

Avgerðin hjá ES-umhvørvisnevndini í ES-tinginum var sostatt broytt til at “steðga so líðandi við skrubbarum sum heild.”

 

Kelda: Argus Media / Maritimedanmark