* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein nýggj frágreiðing frá Bimco slær fast, at evropiskir reiðarar royna at “sigla” uttan um ES-krøv, um at skip, skrásett í ES, bara mugu høggast upp á skipasmiðjum, ið eru umhvørvisgóðkendar í ES. Reglurnar verða brotnar, við at skipini verða seld beint áðrenn, tey fara til upphøggingar.

 

Tá ES herdi reglurnar viðvíkjandi upphøgging í 2018, at hvørja ferð ES-reiðarar koyrdu 100 skip til upphøggingar undir egnum flaggi, vórðu millum 24 og 64 skip seld til annað flagg, stutt áðrenn skipini skuldu til upphøggingar.

 

Eftir at ES setti í gildi herdar reglur, broyttist myndin soleiðis, at hvørja ferð ES-reiðarar nú høgga upp 100 skip undir egnum flaggi, so verða í minsta lagi eins nógv skip undir øðrum flaggi seld stutt áðrenn, tey fara til upphøggingar.

 

Fyrimunurin við at senda skip til upphøggingar á IKKI góðkendum skipasmiðjum í India, Pakistan ella Bangladesh er, at hesar upphøggingar-smiðjur eru bíligar at reka, og tískil kunnu bjóða reiðarunum hægri prís.

 

Kelda: Maritimedanmark


Sí sjónvarpsbrot niðanfyri!




 


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=uOCBdL75_aE]
Sjónvarpsbrot um upphøgging í Pakistan.