
ES-nevndin fer at banna ráoljuinnflutningi úr Russlandi
Sætti revsipakkin móti Russlandi hevur við sær, at ráoljuinnflutningurin úr Russlandi steðgar í november. Størsti bankin í krígsherjandi landinum verður eisini tveittur úr altjóða bankaskipanini Swift.
ES-nevndin fer at nokta innflutningi av russiskaru olju til londini í ES. Tað segði leiðarin í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, tá hon legði sætta pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi fram í ES-tinginum í gjár, mikudagin.
- Lat meg vera púra greið: Hetta verður ikki lætt. Nøkur limalond eru ógvuliga tengd av russiskari olju, segði von der Leyen.
Hetta hevur við sær, at oljuinnflutningurin úr Russlandi spakuliga skal minkast – og steðga heilt um seks mánaðir.
- Talan verður um eitt fullkomið innflutningsbann av allari olju, bæði olju, sum verður flutt við skipi og gjøgnum rørleiðingar, ráolju og reinsaðari olju, segði Ursula von der Leyen.
Kelda: E24