* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mikudagin í farnu viku boðaði ES-dómstólurin frá, at hann vísir kærum frá Scandlines og Stena Lines um ríkisstuðul til sambandið undir Femern Bælt frá sær.

 

Men Scandlines tekur tað púra róligt, at kæran varð víst aftur, sigur reiðaríð nú.

 

Ferjureiðaríið er ikki bilsið av avgerðini, tí aðalsakførarin, sum er eitt slag av ráðgeva hjá ES-dómstólinum, er komin til somu niðurstøðu frammanundan.

 

- Tí verður avgerðin tikin heilt róligt, sigur Anette Ustrup Svendsen, samskiftisleiðari.

 

Hon sigur, at málið er bara ein partur av einum samlaðum sakarmáli um ríkisstuðul til fasta sambandið.

 

Tí er kikarin settur móti einum máli frá 2020, har ES-Nendin eisini samtykti ríkisstuðul til ætlanina, og sum Scandlines aftur og aftur hevur tikið upp.

 

Og her trýr Scandlines, at avgerðin fer at hella teirra veg.

 

Kelda: /ritzau/