* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Equinor er operetørur í økinum, har nýggi oljubrunnurin er funnin.

Oljufelagið sigur, at tað eru eini 21-33 milliónir føt av oljuúrdráttum, sum kunnu framleiðast.

 

Tað eru Equinor og Wellesley, sum hava funnið olju nærindis Troll- og Framøkið, boðar Equinor frá. Fyribils útrokningar vísar, at oljuúrdráttir upp á millum 21 og 33 milliónir føt kunnu framleiðast.

 

- Tað er gleðiligt, at hepnið, sum vit hava havt á Troll- og Framøkinum, heldur fram. Vit síggja hendan fundin sum handilsligan, og hetta økið verður lagt aftrat Troll B- ella Troll C-pallinum. Slíkir fundir, sum eru nærindis verandi brunnum, løna seg ofta væl, afturgjaldstíðin er stutt og CO2-útlátið er lágt, sigur Geir Sørtveit, økisstjóri fyri gransking og framleiðslu Vest, í tíðindaskrivi.

 

Oljuøkini liggja í Norðsjónum, og sambært Norsk Petroleum er Equinor operatørur í báðum økjunum.

 

Boringin er hin fimti fundurin í Toppland-prospektinum, har Equinor og Wellesley eiga helvtina hvør.

 

Kelda: E24.no