* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stórir trupulleikar eru við plastburturkasti, sum verður tveitt í havið. Nú er eitt virki, ið sigur seg framleiða 100 prosent endurnýtsluplast úr havinum, undir illgruna fyri at falsa frágreiðingar sínar.

Eitt plastvirki, sum sigur seg endurnýta “100 prosent endurnýtsluplast úr havinum” er undir illgruna fyri falsan.

 

Viðurkenda royndarstarvsstovan, Eurofins, mistonkir plastvirkið, Pack Tech A/S, fyri at falsa royndarfrágreiðingar av pakkitilfari sínum, sum skal eitast at vera 100 prosent endurnýtsluplast úr havinum.

 

Detektor, sum er ein sending hjá Danmarks Radio, hevur fingið tvær frágreiðingar, sum Pack Teck hevur gjørt, og sum Eurofins hevur kannað, men sum royndarvirkið einki kennir til.

 

- Tað er eingin ivi um, at vit kenna ikki hesar frágreiðingarnar aftur. Tað eru ikki vit, ið hava skrivað hatta, og tað er ikki okkara virki og okkara starvsfólk, sum verða nevnd í frágreiðingini. Hetta er eitt mál, sum vit taka í stórum álvara, og vit hava biðið felagið handan frágreiðingina um nágreiniligari frágreiðing – skrivliga.

 

Tað skrivar Nikolaj Røjkjær Andersen, sum er stjóri í Eurofins, í einum telduposti til Danmarks Radio.

 

Kelda: Ingeniøren