* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tað kann fáa stóran týdning fyri danskt/týska motorframleiðaran, MAN Energy Solutions, at komandi stóru CO2-nevtralu bingjuskipini hjá Maersk verða útgjørd við dual-fuel motorum frá júst MAN. Tað heldur forstjórin í fyritøkuni.

 

“Ordrin er ein týdningarmikil varði, tí hetta verða størstu metanol-brennandi motorarnir, sum yvirhøvur eru gjørdir,” sigur Bjarne Foldager, senior vice president og head of Two-Stroke Business, MAN Energy.

 

Tað er suðurkoreiska skipasmiðusamtakið, Hyuandi og Hyandais Ship-Building Division, HH-SBD, sum hevur bílagt 8 x MAN B&W 8G95ME-LGIM motorar til 16.000 teu stóru bingjuskipini.

 

“Sum brennievni verður metanol skjótt ein møguleiki hjá stórum bingjuskipum. Vit vænta, at hendan bíleggingin fer at hava við sær, at eisini onnur á hesum marknaðinum fara at vísa áhuga fyri metanoli sum brennievvni, eisini tá tað kemur til onnur skip sum bulkarar,” sigur Thomas S. Hansen, ein av leiðarunum hjá MAN Energy Solutions.

 

Kelda: Maritimedanmark