* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eldur í tvíkilju við Galapagosoyggjar

25 ferðafólk og manningin vóru umborð á marglætisjaktini, Cormorant I.

 

Øll ferðafólkini og manningin vórðu bjargað, tá eldur kom í tvíkiljuna, og hon sakk. Alt brennievnið fór upp í royk í ógvusliga eldinum.

 

Eldurin kyknaði í maskinrúminum og breiddi seg haðani til marglætis innrættaðu tvíkiljuna.

 

Galapagos National Park hevur eitt heilt einastandandi djóralív, og oyggjarnar hava verið Natural World Heritage síðan 1979.

 

Einki bendir á, at vanlukkan fær nakrar stórvegis avleiðingar fyri djóralívið við oyggjarnar.

 

Kelda: fleetmon.com/maritime