* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Manningin upp á 25 er bjargað í land av brennandi skipinum. Tað er vaktar- og bjargingartænastan í Saudiarabia, sum hevur bjargað manningini.Bingjuskipið, sum er ein feedari, er skrásett í Panama.

 

Eldurin kyknaði mikudagin umborð á 2.000 teu stóra feedaranum TESS Pearl. Bingjuskipið var á veg frá Jeddah til Aden, tá eldurin kyknaði í eini bingju á dekkinum einar 120 fjórðingar í ein útnyrðing úr Jizan Port. AIS-upplýsingar vísa, at skipið slakaði ferðina og steðgaði heilt kl. 10.00 lokala tíð mikudagin, og síðan hevur einki verið at sæð til AIS-in.

 

- Jeddah Search and Rascue Coordination Center (JMRSS) fekk eitt neyðarkall frá skipinum. Her fingu tey knattstøðuna hjá neyðstadda manningini, verður upplýst í Saudiarabia.

 

Nú verður upplýst, at eldur er komin í fleri bingjur, og at nógvur roykur er.

 

Sameindu Arabisku Emiraturnar eiga skipið, sum er 15 ára gamalt.

 

Kelda: Maritime-Executive og Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=BCZ9-noNZDs]
Sjónbandaupptøkur av brennandi skipinum.