* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldurin herjaði í fimm dagar, áðrenn tað eydnaðist at basa honum.

Eldur á amerikanskum flogbera sløktur

Eldurin umborð á amerikanska flogberanum, USS Bonhomme Richard, er sløktur eftir at hava logað í fimm dagar.

 

Stóri amerikanski flogberin hevur fingið umfatandi skaðar av eldinum, og herskipið hevur stóra bakborðslagsíðu orsakað av øllum vatninum og sjónum, sum er brúkt í sløkkiarbeiðinum.

 

Meðan roynt hevur verið at fingið tamarhald á eldinum, eru 63 fólk løstað, teirrra millum eru 40 av manningini, sum er uppá 1.000 íalt.

 

Amerikanska flotakommandoin dugir í løtini ikki at siga, hvør orsøkin var til eldin, og tey duga heldur ikki at meta um framtíðina hjá flogberanum.

 

Kelda: Maritime Danmark