* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Einki álvarsligt arbeiðsóhapp hevur verið umborð á Esvagt Preserver, síðan skipið fór í sigling fyri 30 árum síðani.

Í gjár, sunnudagin 21. februar, hevur Esvagt Preserver verið í rakstri í 30 ár uttan eitt einasta álvarslig arbeiðsóhapp. Hugburður og mentan umborð ger stóra munin, skrivar Esvagt. Skipið hevur alla tíðina arbeitt fyri Maersk Oil og seinni Total. Tað skrvar Maritimedanmark.dk.

 

Skipið, sum hevur arbeitt fyri Maersk Oil og Total í samfull 30 ár, fór fyrsta arbeiðstúrin í 1991, tað var áðrenn, Danmark vann evropameistaraskapin í fótbólti, og meðan Warzawasáttmálin framvegis var galdandi, skrivar Esvagt í tíðindaskrivi.

 

- Esvagt Preserver hevur í 30 ár prógvað, at ein sterk trygdarmentan er týdningarmesti liðurin, skalt tú hava eitt trygt arbeiðspláss, sigur Kristian Ole Jakobsen, DCEO, hjá Esvagt.

 

- At hetta skipið uttan slit øll hesi árini hevur havt úr at gera, og hevur ikki bara arbeitt sum stand-by-skip, men hevur eisini loyst eina rúgvu av øðrum tænastuuppgávum, ger hepnu støðuna upp aftur gleðiligari, sigur Kristian Ole Jakobsen.

 

Ein av stóru kundunum hjá Esvagt, Total, hevur eisini virðing fyri verkinum hjá Esvagt Preserver.

 

- Esvagt hevur prógvað eitt inniligt arbeiði og bragd áhaldandi at halda høga trygdarstigið umborð. Ein mentan, sum tryggjar, at øll fara trygg heim til familjur sínar, sigur Sven Dalehaug, Head of Marine, Geomatics and Underwater hjá Total.

 

Nógvir føroyingar sigla við skipum hjá Esvagt.

 

Kelda: Esvagt / Maritimedanmark