* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av smærru ferjunum á Vestursælandi.

Um 10 ár fara 11 lítlar ferjur við Vestursæland í Danmark at sigla púra uttan manning.

 

“Tá tú í framtíðini koyrir umborð á smærru ferjurnar á Vestursælandi, so kann tað vera heilt uttan manning, at tú verður vístur, hvar bilurin skal standa umborð. Haraftrat verður ein telda á brúnni í staðin fyri skiparan.”

 

Tað skrivar Danmarks Radio.

 

Í løtuni arbeiðir verkætlanarbólkurin, ShippingLab, við, hvussu framtíðar ferjur til smæstu oyggjarnar í Danmark kunnu automatiserast meira ella sigla sjálvar. Og formaðurin í bólkinum, Kjeld Dittmann, heldur hetta ikki vera eina ómøguliga uppgávu.

 

“Tað er ikki duldarfullari enn at metroin í Keypmannahavn koyrir uttan tokførara, so vit halda, at hetta verður væl møguligt um nøkur ár,” heldur Kjeld Dittmann.

 

Tað eru serliga smáu kaðalferjurnar, sum hóska væl at byrja við. Í staðin fyri ein fysiskan kaðal verður tað ein myndakaðal, sum ferjan fer at sigla eftir.

 

Tað er ikki bara í Danmark, at royndir verða gjørdar við ferjum uttan manning. Í Noregi hava tey longu gjørt royndir við fyrstu ferjunum uttan manning. Tær royndirnar hava eydnast væl.

 

Kelda: DR