* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljuverk í Saudiarabia.

Í ættarlig hava amerikanskir oljuterminalar hvørja einastu viku tikið ímóti tangaskipum við olju úr Saudiarabia. Influtningurin er nakað minkaður, gamaní, men hann var har. Til seinastu vikuna í 2020.

 

Undir prískrígnum í mai og juni í fjør vaks oljuinnflutningurin av saudiarabiskari olju til USA við nógvari fer - heilt upp í 1,6 milliónir tunnur um dagin. Annars hevur hann ligið um 1 millión tunnur um dagin, alt eftir nær á árinum tað hevur verið, men innflutningurin hevur verið minkandi.

 

Seint seinasta heyst byrjaði oljuinnflutningurin úr Saudiarabia av álvara at minka aftur, og seinastu vikuna av 2020 kom ongin dropi at saudiarabiskari olju til USA. Null.

 

Fyrbils sær hetta kortini út til ikki at endurtaka seg, tí fyrstu vikuna av 2021 vórðu 328.000 tunnur av olju innfluttar til USA úr júst Saudiarabia.

 

USA hevur seinastu árini skrúva nógv upp fyri egnari oljuframleiðslu, og tað hevur gjørt sítt til, at innflutningurin úr Saudiarabia er minkaður.

 

BIMCO (Baltic and International Maritime Council – heimsins størsta sjóvinnufelag) roknar við, at ráoljan til USA úr Miðeystri fer at minka munandi í ár.

 

Kelda: BIMCO / Maritimedanmark