* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hóast eitt suðurkoreiskt skip sakk seinasta leygardag, fulllastað við olju og kemikalium 25 fjórðingar sunnan fyri Wuqui oynna í Taiwansundinum, eru framvegis eingi tekin til dálking í farvatninum, har tangaskipið sakk.

 

Tangaskipið Kelsey 2, sum er 8.426 dwt, sakk eftir at tað byrjaði at leka sjógvur inn í maskinrúmið, so skipið byrjaði at fáa slagsíðu.

 

Eitt sjóbandabrot, sum er almannakinngjørt, vísir hvussu 19 av teimum 20 av manningini vórðu bjargað av skipinum upp í eina tyrlu. Ein av manningini doyði.

 

Kelsey 2, sum varð umbygt í 2002, var á veg frá Hong Kong til Suðurkorea, tá tað sakk.

 

Skipið hevur gjøgnum árini verið til 34 havnaeftirlit, uttan nakrantíð at hava fingið viðmerkingar um trupulleikar av nøkrum slag..

 

Kelda: Maritimedanmark

 

Sí sjónvarpsbrot niðanfyri!


 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DEZ4lo53Xi8&t=59s]