* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein av manningini funnin deyður

Kinesisk bjargingarlið hava bjargað einum óeyðmerktum líki, sum verður hildið at hoyra til 32 mans stóru manningina á tangaskipinum Sanchi, sum brennir á triðja samdøgri. Eiturroykur darvar bjargingararbeiðnum og myndugleikarnir bera ótta fyri eini spreinging.

Umleið tíggju skip og fleiri fiskifør hava luttikið í leitingini eftir teimum 32 saknaðu í einum bjargingarátaki, ið verður darvað av eiturroyki, sum breiðir seg frá brennandi skipinum, upplýsir Shanghai Maritime Bureau, sambært fleiri miðlum.

Manningin á tangaskipinum undir Panamaflaggi taldi 30 iranar og tveir mans úr Bangladesh. Skipið stoytti leygarkvøldið saman við turrfarmaskipinum CF Crystal og eldur kyknaði umborð.

Ein talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið upplýsti í gjár, at bjargingarlið høvdu bjargað líkinum av einum persóni, men viðkomandi er enn ikki eyðmerktur.

Kina hevur sent umhvørvisskip á vanlukkustaðið í eysturkinesiska havinum út fyri Shanghai til tess at fyribyrgja eini umhvørvisvanlukku.

Arbeiðið at forða lekandi oljuni at breiða seg verður ikki lættari av, at talan er um eina lætta og ólitta olju, sum samstundis er sera eitrandi og spreingilig enn vanlig ráolja, skrivar BBC.

Myndugleikarnir stúra fyri eini spreinging umborð á skipinum og at tað søkkur. Um so verður, fer tað at elva til eina umfatandi umhvørvisvanlukku.

Kelda: maritimedanmark.dk