* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjuskipaeigarar vinna framvegis nógvan pening av óvanliga høgu leiguprísum/kjarterprísum, skrivar Alphaliner, sum boðar frá prísum heilt upp í 200.000 dollarar um dagin fyri styttri leigusáttmálar.

 

Eftirspurningurin eftir skipum er framvegis nógv størri enn útboðið, skrivar Alphaliner í seinasta tíðindabrævinum. Í nøkrum førum hevur hetta havt við sær prísir upp í 200.000 dollarar, sambært greiningarhúsinum.

 

“Marknaðurin er framvegis ógvuliga tvíbýttur við styttri sáttmálaskeiðum við himmalhøgum leiguprísum, meðan prísirnir á vanligu leigusáttmálunum upp á 24 til 36 mánaðir er nógv lægri, tó at teir eisini eru søguliga høgir,” skrivar Alphaliner, sum millum annað hevur dømi um dagsprísir upp á 135.000 dollarar fyri skip upp á 8.000 teu.

 

Sambært greiningarhúsinum skulu reiðarar ikki vænta at síggja nakað fall í leigu-støðinum fyribils.

 

Eitt felag sum Unifeeder, sum ikki sjálvt eigur skip, hevur merkt høgu prísirnar.

 

“Vit gjalda í dag tríggjar til fýra ferðir meira fyri eitt skip, enn vit gjørdu seinna hálvár 2020. Tað er ikki bara vorðið eitt sindur kostnaðarmiklari, men nógv kostnaðarmiklari,” segði forstjórin í Unifeeder, Jesper Kristensen, í juli við ShippingWatch.

 

Kelda: ShippingWatch