* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eidesvik flótandi til 2022

Norska reiðaríið Eidesvik Offshore hevur fingið eina kapitalinnspræning upp á 150 miljónir norskar krónur. Saman við skerdum avgjøldum av skuldini hjá reiðarínum, skal kapitalútveganin halda reiðarínum flótandi til 2022.

”Nevndin í Eidesvik Offshore er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa eina langtíðar loysn í lag”, sigur Kolbein Rege nevndarformaður.

”Vit eru takksom fyri, at eigarar okkara hava skotið nýggjan kapital í felagið til tess at tryggja eina sterka fígging frameftir”, siger Kolbein Rege.

Hetta er onnur bjargingarætlanin hjá reiðarínum eftir stuttari tíð. So seint sum í mars í fjør fekk reiðaríið eftirgivið eina lánsbrævalánsskuld upp á 120 miljónir krónur. Ætlanin var tá tengd saman við, at 30 meðarbeiðarar vórðu sendir til hús, men tað var kortini ikki nógmikið til tess at bera felagið ígjøgnum kreppuna.

Kelda: maritimedanmark.dk