* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Dupult so mong tangaskip seld sum gamalt jarn í 2017

Tangaskipareiðaríini settu turbo á upphøggingina av gomlum skipum í 4. ársfjórðingi í fjør, sum hevði við sær, at nærum tvær ferðir so mong skip vórðu seld sum gamalt jarn í 2017 í mun til árið fyri. Tilsamans vórðu 169 tangaskip av øllum sløgum seld sum gamalt jarn í 2017.

Tey 169 skipini vóru upp á tilsamans 13,2 mió dwt, vísa tøl frá upphøggingarfyritøkuni Ed McIlvaney, skrivar TradeWinds. Tað er nær við eina tvífalding í mun til tey 88 skipini upp á tilsamans 5,3 mió. dwt, sum vórðu seld sum gamalt jarn í2016.

Bara í desember mánaða 2017 vórðu 28 tangaskip høgt upp, svarandi til 2,4 mió. dwt.

Kelda: Tradewinds