* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fleiri skip komu í havsneyð út fyri Vjetnam, tá ein ódn herjaði í Suðurkinverska havinum fríggjadagin og leygardagin. Eitt farmaskip við eini manning upp á 11 sakk, meðan ein sandbátur við einari manning upp á 12 varð tveittur inn móti strondini.

 

Sjónbandaupptøkur vísa eina bjarging við strondina, tá ein tyrla bjargaði bæði manning og bjargingarfólkum á einum báti, sum skuldi bjarga manningini á einum øðrum skipi. Á veg út holvdist bjargingarbáturin, og tað vóru bjargingarfólk og manning á hesum bátinum, sum ein tyrla tók upp.

 

Tað er ógreitt, um øll vórðu bjargað.

 

Hinvegin er greitt, at øll manningin umborð á farmaskipinum, Thanh Thanh Dat 55, varð bjargað, eftir at skip teirra byrjaði at leka í maskinrúminum og seinni sakk.

 

Kelda: Maritimedanmark


 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=ROCnX_o6TZE]
Sjónbandaupptøkur av bjargingini.