* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsku reiðaríini bjartskygd um 2018

Danska sjóferðslan vendi í fjør negativa rákinum og hómar aftur framgongd í útflutningstølunum. Bjartskygnið breiðir seg í reiðaríunum, sum vænta framhaldandi framgongd í ár, skriva Danske Rederier.

Eftir eitt hart 2016, kom í fjør aftur vindur í seglini hjá útflutninginum hjá donsku sjóferðsluni. Ein framskriving av útflutningstølunum í fjórða ársfjórðingi í fjør vísir ein útflutning alt árið upp á uml. 190 mia. kr. Hetta er ein framgongd upp á góðar 20 mia. kr. í mun til 2016.

Í 2018 vænta reiðaríini, at positiva gongdin fer at halda fram, sambært Danske Rederier.

”Tað er positivt, at tølini fyri 2017 benda á ein øktan vøkstur samanborið við 2016, tá vøksturin fall nógv. Seinastu fýra ársfjórðingarnar hevur vøksturin verið støðugt hækkandi, og tað bendir á, at vindur er komin í seglini í útflutninginum hjá reiðaríunum, eftir at hann fall í 2015 og 2016,” sigur Jacob K. Clasen, stjóri í vinnulívspolitikki og greining í Danske Rederier.

Metingin er grundað á fráboðanir frá reiðaríunum til Danske Rederier. Og reiðaríini síggja positivt upp á útflutningsmarknaðin í 2018. Tað vísir ein spurnarkanning millum stjórarnar í donsku reiðarafyritøkunum, har 26 stjórar hava svarað kanningini. Her var breið semja um bjartskygni fyri vinnuna, har 22 av teimum 26 stjórunum vænta at síggja øktan vøkstur í umsetninginum í ár.

”Tveir triðingar av útflutninginum hjá reiðaríunum fer til lond uttanfyri ES. Vit eru tí sera bundin av gongdini í heimshandlinum, sum tíbetur gongur framá í løtuni. Hetta hevur havt ávirkan á metingarnar hjá reiðaríunum fyri næstu 12 mánaðirnar. Reiðaríini hava eisini tillagað seg marknaðin seinastu árini, so tey eru væl brynjað til framtíðina, men tað er framvegis eitt sindur upp til høgu útflutningstølini, vit sóu í 2014,” sigur Jacob K. Clasen.

Danska skipaferðslan stendur fyri 20 pst. av samlaða útflutninginum hjá Danmark og er harvið størsta útflutningsvinnan hjá Danmark.

Kelda: Danske Rederier/maritimedanmark.dk