* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eitt slag av torpedo-sondu skal smelta gjøgnum fleiri kilometrar av ísi til tess at sleppa eini rúgvu av svimjandi tólmennum, sum skulu kanna eitt myrkt, ísklætt hav. Torpedoin er donsk.

 

Hetta ljóðar sum science fiction.

 

Eitt slag av torpedo-sondu, sum ætlandi skal smelta gjøgnum eitt ókent tal kilometrar av ísi fyri at sleppa einum riðili av svimjandi tólmennem, sum skulu granska eitt myrkt ísklætt hav. Leitast skal eftir, um nakað livandi finst undir íshavinum.

 

Sambært Videnskab.dk kann hetta gerast veruleiki.

 

NASA hevur nýliga latið slakar 4,5 milliónir krónur til eitt sonevnt “designstudie”, sum skal kanna, um ein slík ætlan er ein veruligur møguleiki fyri at kanna ísmánan Evropa, sum er í ringrás um Jupiter.

 

Millum mongu gongustjørnurnar og mánarnar er Evropa millum toppkandidátarnar, sum kann hava lív.

 

Mátingar siga okkum, at langt undir ískappanum, sum er í ringrás um yvirflatuna hjá Evropa, goymir seg eitt veldugt hav av vatni. Eitt hav, sum sær út at hava rætta innihaldið at hava lív.

 

Áðrenn havið kann kannast, skal ein sonda fyrst fara gjøgnum minst 588 milliónir kilometrar longu ferðina, og lenda á fjart liggjandi mánanum. Síðani skal hon ígjøgnum tað, granskarnir meta vera ein næstan 10 kilometrar tjúkt íslag, til tess at røkka innara havinum.

 

Kelda: Søfart