* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Anne H. Steffensen, stjóri í Donskum Reiðaríum, fegnast um ætlanina við einari orkuoyggj í Norðsjónum.

Avgerðin at byrja kostnaðarmiklasta verklagsarbeiðið í donsku søguni – eina orkuoyggj í Norðsjónum, vekir stóran áhuga hjá Donskum Reiðaríum (Danske Rederier). Ikki bara tí tað er týdningarmikið fyri grøna skiftið, men eisini, tí at tað fer at veita túsundtals arbeiðspláss.

 

- Nýggja orkuoyggin verður ikki bara týdningarmikil fyri framhaldandi grøna skiftið, men fer eisini at veita nýggj arbeiðspláss. Tøl okkara vísa, at verkætlanin av oynni fer at geva eini 42.000 arbeiðspláss. So tað er ongin ivi um, at ætlanirnar hjá stjórnini á hesum økinum kunnu verða gull verdugar fyri danskan vøkstur og arbeiði.

 

Tað sigur Anne H. Steffensen, forstjóri í Donskum Reiðaríum, í viðmerking.

 

- Nýggja orkuoyggin verður samstundis eitt stórt stig á leiðini til eitt nýtt danskt útflutningsævintýr í Power-to-X. Ein tøkni, sum eisini kann fáa ein stóran leiklut í grønu broytingini í sjóvinnuni. Tí veittra vit í dag við flagginum, nú ein breiður politiskur meiriluti hevur tikið fyrsta fetið at gera hugsjón og framtíðarhugsan til veruleika, sigur Anne H. Steffensen, forstjóri í Donskum Reiðaríum.

 

Kelda: Maritimedanmark