* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hóttanin frá sjórænarum í bæði Eystur- og Vesturafrika er framvegis stór.

Donsk Reiðarí: Tørvur á nýggjari sjórænarastrategi

Stjórnin eigur skjótast møguligt at fara undir arbeiðið at gera nýggja sjórænarastrategi. Danmark skal nevniliga framvegis stríðast móti sjórænarum serliga í Afrika og byggja víðari upp á góðu royndirnar frá fyrru strategiunum. Tað sigur felagið “Donsk Reiðarí”.

 

Verandi ætlan hjá Danmark um stríðið móti sjórænarum gongu út seinast í hesum árinum, og avbjóðingarnar eru framvegis stórar.

 

Tískil mæla Donsk Reiðarí til at hildið verður fast við stríðið móti sjórænarum fyri at tryggja sjófólk, sum sigla í útsettu økjunum.

 

Stríðið hjá dønum móti sjórænarum bæði í Eystur- og Vesturaftrika hevur seinni árini verið kjølfest í júst teirri strategi/ætlan, sum varð samtykt í Fólkatinginum í 2015. Men sjórænaravirksemið hevur hildið fram, og hóttir framvegis dagliga skip og manningar í økinum.

 

Í 2017 mistu tvey sjófólk lívið orsakað av sjórænarum, og 3000 sjófólk vóru offur fyri sjórænarum í Eystur- og Vesturafrika.

 

Donsk Reiðarí mæla tí donsku stjórnini til skjótat gjørligt at byrja upp á arbeiðið við einari nýggjari sjórænaraætlan, fyri betur at berja sjórænaravirksemið í serliga Afrika niðu.

 

Kelda: Altinget.dk