* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk reiðarafeløg umhugsa at leggja saman

Tey bæði donsku reiðarafeløgini Danske Rederier og Rederiforeningen af 2010 kunnu í framtíðini gerast eitt. Íð hvussu er umhugsa tey bæði feløgini, sum umboða ávikavist havgangandi handilsflotan og heimaflotan umframt frálandsskip, at leggja saman.

Tað fer sambært teimum báðum formonnunum at vera ein skilagóð avgerð, tí feløgini fara at standa sterkari úteftir, siga teir í eini fráboan.

Í dag umskarast bæði raðfestingar og fokus í arbeiði felaganna, meðan limirnir í báðum feløgum hava tað altjóða fyri eyga. Tí hevði ein samanlegging verið eitt gott hugskot, heldur formaðurin í Danske Rederier, Claus V. Hemmingsen.

"Vit hava felags áhugamál sum størsta útflutningsvinna í Danmark, og vit standa saman um framhaldandi at skapa stór virði fyri danska samfelagið. Her er tað avgerandi við framhaldandi politiskum vælvilja í mun til at veita reiðarúnum altjóða kappingarførar treytir. Tí er tað natúrligt, at vit allatíðina umhugsa eitt tættari samstarv  millum tey bæði feløgini, so vit eisini frameftir rættað standa saman um at finna brúkiligar loysnir," sigur hann í fráboðanini.

Í dag hava tey bæði feløgini felags umsiting, haðani arbeiðið sambært teimum hevur givið politisk úrslit. Sambært formanninum í Rederiforeningen af 2010, Niels Højlund Hansen, er maritima vakstrarætlanin eitt gott dømi um tað. "(...) og tað skulu vit byggja víðari á. Tí síggi eg sum formaður fram til at fáa kannað sjónarmiðini um eina samanlegging millum limirnar. Hetta fara vit at hyggja nærri at næstu tíðina," sigur Højlund Hansen, sum eigur Nordane Shipping.

Danske Rederier hevur stívliga 40 reiðarí sum limir og tvey frálandsfeløg, meðan Rederiforeningen af 2010 fyri einum ári síðani hevði 267 skip undir felagnum.

Kelda: shippingwatch.dk