* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Argentinski oyðarin, ARA Santísima Trinidad, hevur sæð betri dagar.

Ein argentinskur dómstólur hevur steðgað einari ætlan at upphøgga argentinska oyðaran, ARA Santísima Trinidad, sum var flaggskip, tá Argentina leyp á og hertók Falklandsoyggjarnar í apríl 1982. Álopið elvdi til kríggj millum Argentina og Bretland.

 

ARA Santísima Trinidad, sum var systurskip hjá bretska oyðaranum, HMS Sheffield, ið argentinsk flogfør søktu í Falklandskrígnum, varð smíðaður í Argentina í 1977 – eftir tekningum, sum Argentina hevði keypt frá onglendingum.

 

Argentinski oyðarin fekk ongan skaða, tá landið hertók Falklandsoyggjarnar, og hann var heldur ikki við í krígnum, sum brast á stutt eftir tað.

 

Skipið var tikið úr argentinska flotanum í 2004, og hevur síðan ligið óvirkið á flotastøðini, Puerto Belgrano Naval Base.

 

Tíðarinnar tonn er vorðin rættiliga sjónlig, og argentinski forsetin hevur tí givið boð um, at oyðarin skal upphøggast. Tað hevur fingið eina røð av argentinskum veteranum ressast, og teir vilja heldur hava oyðaran settan í stand og nýttan sum savn.

 

Kelda: Maritimedanmark