* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Boripallar í Johan Sverdrup-økinum á norska landgrunninum.

Danskur kaðalútvegari gjørt milliardasáttmála við Equinor

Danska felagið, NKT, hevur gjørt sáttmála við norska Equinor um framleiðslu og installatión av kaðalum í Johan Sverdrup-oljuøkinum.

 

Sysla.no skrivar, at talan er um ein sáttála, sum bindur NKT at framleiða og levera háspenningskaðalar. Hetta gjørdi feleagið í 1. umfari, og nú hevur tað so eisini fingið hesa uppgávuna í 2. umfari.

 

NKT ska framleiða og leggja 200 kilometrar av háspenningskaðalum, sum í alt skulu kunna veita 200 MW/80 KV.

 

Sambært Equinor eigur hetta at røkka til 2. umfar av Johan Sverdrup.

 

- Vit eru væl nøgd við góðskuna og góðu trygdarrammurnar hjá NKT. Nú kunnu vit byggja víðari upp á tær royndirnar, sigur Trond Stokka Meling umboðandi Equinor við Sysla.no.

 

Kelda: Sysla.no