* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danski coastarin, Mika.

Danski coastarin Mika rendi tíðliga mikumorgunin saman við ein italskan fiskibátin út fyri Ravana í Adriatarhavinum. Fiskibáturin sakk, men tað eydnaðist mannngini á danska skipinum at bjarga allari manningini. Fimm fiskimenn vóru umborð.

 

Teir fimm bjargaðu fiskimenninir eru nú komnir til Ravenna.

 

Danski coastarin hoyrir heima í Frederiksværk, og er 1.689 dwt stórur. Hann var á veg frá Rasa í Kroatia til Ravenna, tá samanstoyturin hendi 11 fjórðingar úr landi.

 

Ongir upplýsingar eru um samanstoytin, sum italsku myndugleikarnir eru í ferð við at kanna.

 

Mika sigldi fyrr undir navninum Rebecca Rousing.

 

Kelda: Maritimedanmark