* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danmark og Japan eru samd um at arbeiða tættari saman innan sjóvinnuídnaðin.

Japan Ship Machinery Association og Danske Maritime hava undirskrivað eitt Memorandum of Understanding um tættari samstarv millum teir báðar vinnufelagsskapirnar- og ídnaðir í londunum báðum. Undiskrivingin fór fram hjá MAN Energy Solutions í Keypmannahavn.

 

Endamálið við hesum nýggja uppriti er at styrkja og víðarimenna milllumlanda samstarvið innan sjóvinnuna við at loysa felags avbjóðingar – til gagns fyri bæði japanska og danska sjóvinnuídnaðin. Millum annað innan grøna skiftið og menningina av meira talgilding  og autonoma skipaferðslu.

 

- Hetta er ein spennandi møguleiki fyri ídnaðin í sjóvinnuni, bæði Danmark og Japan. Ja, frá báðum londunum – úr hvør sínum enda av heiminum. Bæði londini eru í gongd við at flyta alheims shippingídnaðin í eina veðurlagsvinarligari leið. Vit hava felags ábyrgd, men hava hvør sínar styrkir. Samstundis er japanski marknaðurin viðkomandi hjá okkum at koma nærri, sigur stjórin í Danske Maritime, Jenny Braat.

 

- Tað kann verða ógvuliga krevjandi fyri virkini at byggja upp gevandi sambond, men hetta samstarvið kann vónandi hava betrandi ávirkan á samstarv okkara í Japan júst á hesum økinum, sigur Jenny Braat.

 

Japan Ship Machinery and Equipment Association umboðar 244 virki úr allari sjóvinnuni í Japan, og felagið umboðar eisini 75 felagsskapir í Japan.

 

Kelda: Danske Maritime