* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danska fregattin, Ivar Huitfeldt, er stødd í Hormussundinum.

Danmark hevur bjóðað seg fram at standa á odda fyri evropisku hernaðarætlanini, Emasoh, í Horumssundinum.

 

Tað er danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, sum er komin við fráboðanini.

 

Danmark hevur longu leiðsluna av diplomatiska partinum av Emasoh-hernaðarætlanini. Samstundis hevur Danmark eina fregatt, Ivar Huitfeldt, í hernaðarliga partinum av ætlanini.

 

Tað var á einari vitjan umborð á fregattini, at danski uttanríkisráðharrin upplýsti, at hernaðarætlanini eftir hansara fatan hevði eydnast væl.

 

- Nú er friður í økinum, og skip kunnu frítt sigla aftur og fram í Hormussundinum, segði Jeppe Kofod.

 

Hormussundið verður mett at vera ein týdningarmikil farleið inn í Persaflógvan sunnanfyri Iran og eystanfyri Saudiarabia. Sundið var í 2019 miðdepil í stríði millum USA og Iran.

 

Kelda: dr.dk