* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hin 8. juni var alheims dagur havsins.

Alheims dagur havsins

Hin 8. juni var havsins dagur, men lítið hoyrdist til hendan dagin um okkara leiðir, hóast tað, sum livir í havinum, hevur alstóran týdning – ikki minst í Føroyum.

World Oceans Day hevur 8. juni verið hátíðarhildin í stórum parti av heiminum síðan hin 8. juni í 2008. Dagurin verður hildin fyri at seta kikaran á havið og fyri at minna fólk á hendan dýrgripin, sum havið er, og týdningin av at verja havið móti skrelli – serliga plastikki.

Tað var The Ocean Project, sum í 2008 fyrstu ferð fekk ST at lýsa 8. juni sum alheims dagur havsins. Í USA hava tey ein stóran bólk av fólki, sum ger sítt til at leggja til rættis- og samskipa alheims dag havsins.

Tey samstarva millum annað við World Ocean Network, Association of Zoos and Aquariums og nógvar aðrar felagsskapir, sum hava við havið at gera.

Tað var annars kanadiska stjórnin, sum longu í 1992 setti alheims dag havsins á skrá á Earth Summith í Rio de Janeiro.

Roknað verður í dag við, at verður onki munagott gjørt fyri at forða fyri at so nógv plastikk verður tveitt í havið – umleið 15 tons um minuttin, so verður meira plastikk enn fiskur í sjónum í 2050.

Kelda: Worldoceansday og Skipsrevyen


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=2p3nNOWMy9A]
Í nógvum londum hátíðarhildu tey alheims dag havsins hin 8. juni. Um okkara leiðir hoyrdist kortini lítið um hendan dagin.