* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

World Economic Forum kunnaði í gjár, hósdagin, um First Movers Coalition, sum verður ein nýggjur pallur hjá fyritøkum, ið eru sinnaðar at gera bindandi keypsavtalur, sum skulu skapa ein nýggjan marknaðareftirspurning eftir brennievni og tøkni við lágum ella ongum kolevni.

 

Fyri reiðarí skal í minsta lagi 5 prosent av deepsea-skipaferðaluni verða rikin við null-útlátsbrennievnum í 2030. Sostatt varð týdningurin av at hava eitt veruligt gjøgnumbrot í 2030 undirstrikaður. Tað er eisini neyðugt, meta greinarar, um Parissáttmálin skal røkkast í 2050, sum ætlað.

 

Fyri tey, sum eiga lastirnar, skulu í minsta lagi 10 prosent av góðsmongdini, sum verður flutt millum lond, vera við skipum, sum hava null-útlát í 2030. Eitt mál, sum er í tráð við málið hjá Zero Emission Vessels-initiativ.

 

Málið er at seta í verk nýggj null-útlátsbrennievni- og tøkni, sum verður neyðug, um málið við null-útláti í 2050 skal røkkast.

 

- Vit skulu minnast, at hesi komandi brennievnini framvegis ikki eru tikin í nýtslu á einum handilsligum stigi til deepsea-skipaferðsluna, og byggjast skulu upp heilt nýggj veitingarlið, segði Ingrid Irigoyen, stjóri í Aspen Institute Shippin Decarbonization Initiative, á COP26-fundinum.

 

Kelda: Søfart