* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu bingjuskipunum hjá franska reiðarínum, CMA CGM, Benjamin Franklin.

Velduga stóra franska reiðaríið, CMA CGM, hevði, eins og onnur stór reiðarí, stórt avlop í 2020 hóast heimsumfatandi koronufarsóttina. Felagið hevði eitt avlop upp á 1,75 milliardir dollarar, tað eru 9,3 milliardir krónur, í 2020. Til samanberingar kann nevnast, at felagið í 2019 hevði eitt hall upp á 229 milliónir dollarar.

 

Avlopið hjá CMA CGM stavar fyrst og fremst frá seinasta ársfjórðinginum í 2020.

 

Umsetningurin vaks við 3,9 prosentum til 31,5 milliardir dollarar fyri alt árið, men 9,17 milliardir dollarar stava altso frá seinasta ársfjórðinginum, og tað var 21,9 prosent meira enn seinasta ársfjórðingin í 2019.

 

Maritimedanmark.dk skrivar, at sambært CMA CGM er grundin til góða úrslitið munadygga framfýsnið í altjóða handlinum og ógvuliga virkna kostnaðarstýringin.

 

Góða fíggjarúrslitið merkti, at CMA CGM kundi minka nettoskuldina við 900 milliónum dollarum, tað eru umleið 5,6 milliardir krónur, í 2020.

 

Í løtuni sær stóra franska reiðaríið ongan enda á vaksandi eftirspurninginum eftir tænastum frá reiðarínum.

 

- Eftirspurningurin er vaksin javnt í eina tíð, og tað vænta vit fer at halda fram fyribils í hvussu er, sigur Rodolphe Saade, sum bæði er nevndarformaður og CEO í CMA CGM.

 

Kelda: Maritimedanmark / TradeWinds