* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

CMA CGM fermir fleiri bingjur

Franska bingjureiðaríið, CMA CGM, hevði ein vøkstur í 2. ársfjórðingi í ár uppá 4,6 prosent – til 6 milliardir dollarar. Vøksturin í farmaflutninginum var uppá 6,3 prosent, og tað eydnaðist at minka munandi um kostnaðin fyri hvørja bingju.

 

- Jaliga gongdin kemur av stórum vøkstri á innlendis farleiðum og farleiðum til og úr USA, sum framvegis eru framtakshugaðar, skrivar CMA CGM í einari roknskaparfráboðan.

 

Rættaða/justeraða rakstrarúrslitið (EBITDA) vaks við 60 prosentum úr 214,6 mió. dollarum upp í 343,6 mió. dollarar. Spariætlanin hjá reiðarínum elvdi til eina minking í kostnaðinum fyri hvørja fermda bingju við 51 mió. dollarum 2. ársfjórðing í mun til 1. ársfjórðing.

 

CMA CGM roknar við betri úrsliti restina av árinum, og vísir í tí sambandinum á, at útveganin av CEVA Logistics so við og við fer at gera tað møguligt hjá samtakinum at fáa fíggjarligar fyrimunir.

 

Kelda: Maritime Danmark