* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Almenn skipasmiðja í Kina.

Franska reiðaríið, CMA CGM, sum vanliga leggur seg eftir LNG-riknum bingjuskipum, hevur undirsrivað eitt “letter-of-intent” um at handa upp í tjúgu nýggj bingjuskip í panamax-støddini, og sum skulu rekast við vanligum brennievni. Kostnaðurin er 1,2 milliardir evrur, tað eru slakar 7,5 milliardir krónur.

 

Fyribils sáttmáli er undirskrivaður við tvær kinesiskar skipasmiðjur, sum skulu smíða upp í tíggju skip. Í fyrsta umfari skal hvør skipasmiðjan smíða fimm 5.500 teu skip við møguleika fyri at smíða fimm skip aftrat.

 

Skipini verða gjørd út til 800 kølibingjur, og tey fara væntandi at kosta meira enn 60 milliónir dollarar hvørt. Tey skulu handast eigaranum í 2023.

 

CMA CGM hevur seinnu árini lagt seg nógv eftir LNG-riknum skipum og hava bílagt 26 slík skip. Hetta eru kortini nógv størri skip, enn tey, sum nú eru bíløgd úr Kina. Í reiðarínum verður mett, at skip í panamax-støddini eru ov smá til LNG-tangar.

 

Eftirspurningurin eftir skipasmiðjum at smíða bingjuskip er ovurhonds stórur. Saman við stóra eftirspurninginum og hægri kostnaði á stáli hevur merkt, at kostnaðurin at smíða nýggj bingjuskip er hækkaður við upp ímóti 25 prosentum.

 

Kelda: Maritimedanmark