* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Modellmynd av Titanic II.

Byrja at smíða Titanic II

Formaðurin í Blue Star Line, Clive Palmer, váttar, at arbeiðið at smíða Titanic II nú byrjar.

 

Roknað verður við, at Titanic II verður sett í rutu millum London og New York – tvørturum Atlantshav – í 2022. Nýggja Titanic fær somu longd sum hin gamla, 269 metrar, men hon verður eitt sindur breiðari fyri at fáa betri stabilitet.

 

Clive Palmer boðaði annars fyri nøkrum fáum árum síðani frá, at verkætlanin við Titanic II skuldi byrja í 2015, men ósemja millum reiðaríið, Mineralogy og kinesisku stjórnina, sum átti Citic Limited, og sum skyldaði Mineralogy hundraðtals milliónir dollarar, gjørdi at ætlanin varð av ongum.

 

Ein rættur í Avstralia hevur nú gjørt av, at kinesiska stjórin skal rinda Clive Palmer peningin, og tí fer arbeiðið nú í gongd.

 

Blue Star Line ætlar at geva fólki eina fullkomna Titanic-uppliving við einum skipi, sum fer at vera innrætta og hava innbúgv júst sum Titanic. Titanic II verður sniðgivið júst sum gamla Titanic bæði uttan og innan, men Titanic II verður altso eitt sindur breiðari. Og øll trygdarútgerð verður nútímans, so fólk kunnu vera púra rólig umborð á nýggja marglætisskipinum.

 

- Fyrsta túrin fer skipið at sigla upprunaligu farleiðina úr Southampton til New York, men Titanic II fer eisini at gera longri túrar kring knøttin, sigur Clive Palmer.

 

Kelda: Maritime Executive


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=QhRPvYbNDNE]
Sjónband, ið vísir ætlanina við Titanic II.