* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiskur ísbrótari.

Farmurin ígjøgnum Norðurfarleiðina veksur. Frá 2019 til 2020 var vøksturin 5 prosent, og tað eru russiskir ísbrótarar, sum bókstaviliga bróta farmaskipunum leiðina fram. Tað skrivar norski miðilin, Skipsrevyen..

 

- Í 2020 var farmamongdin, sum varð flutt gjøgnum hesa Norðurfarleiðina, 32,97 milliónir tons íalt, sigur Maksim Kulinku, varastjóri í Rosatom.

 

Hetta eru nærum 1,5 milliónir tons meira enn í 2019, tá farmamongdin var 31,5 milliónir tons.

 

Tað er “The Northern Sea Route Administration”, sum fyri Rosmorrechflot og russiska flutningsmálaráðið er komið við hesum upplýsingunum.

 

Tølini fyri 2020 eru væl hægri, enn roknað varð við. Upprunaliga varð nevniliga roknað við 29 milliónir tonsum. Útlitini fyri komandi árini eru, at flutt verða 80 milliónir tons umvegis Norðurfarleiðina í 2024.

 

Sambært “Akva-Niva-frágreiðingini” liggur Kirkenes, sum liggur heilt har norðuri í Noregi, best fyri sum móttakarahavn til skip, ið koma gjøgnum Norðurfarleiðina. Arbeitt verður við at fyrireika havnina í Kirkenes til hesa farleiðina, og við í fyrireikingum eru áhugabólkar í Finnlandi og Kina.

 

Kelda: Skipsrevyen