* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Indonesiska leysfarmaskipið, Nur Allya, ið er sum farið undir heilt. Manningin var uppá 25.

Bulkfarmaskip sum farið undir heilt

Indonesiska leysfarmaskipið ella bulkfarmaskipið, Nur Allya, er sporleyst horvið, eftir at tað sendi út neyðarkall sunnudagin norðanfyri Buru Island í Indonesia.

52.378 DWT stóra leysfarmaskipið var á veg til Sulavesi við einari last av nikkulmálmi, tá ið myndugleikarnir mistu sambandi við skipið.

Nur Allya sendir ikki longur út AIS-signal, og onki er at síggja til manningina, sum var uppá 25 fólk.

Stór leiting er sett í verk, men vánaligt veður ger tað trupult at leita.

Sambært Intercargo hava seks av níggju vanlukkum umborð á leysfarmaskipum við nikkulmálmi kravt mannalív í indonesiskum sjóøki seinastu 10 árini.

Kelda: Maritime Danmark