
Eitt av mongu skipunum hjá Clipper Group.
Tað er reiðaríið Clipper, sum nú fær nýggjar eigarar, men felagið verður í familjuni, tí tað eru tveir synir hjá verandi eigaranum, ið yvirtaka tað.
Tað skrivar Børsen.
Lunnar vórðu lagdir undir Clipper Group í 1972, og reiðaríið rekur í dag 160 turrlastskip og farmaferjur.
Stovnarin, skjótt 80 ára gamli Torben Gülnar Jensen, hevur latið synunum eigaraskapin.
Sambært heimasíðuni hjá reiðarínum verður Frank Gülnar Jensen nevndarformaður, og Niels Gülnar Jensen er nevndarlimur. Pápin verður varaformaður í nevndini.
Frank Gülnar Jensen er tann eldri bróðurin. Hann varð borin í heim í 1966, meðan yngri bróðurin varð borin í heim 10 ár seinni, í 1976.
Kelda: Søfart og Børsen