* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av ferjunum hjá DFDS.

Stóra mongdin av farmi, sum kom inn á goymslurnar hjá DFDS seinast í 2020 bar í sær, at farmamongdirnar íalt bara minkaðu við einum prosenti í 2020 sæð í mun til 2019.

 

Í desember í fjør vuksu farmamongdirnar hjá DFDS við 28 prosentum samanborið við árið fyri. Tað hendi samstundis sum bretar bygdu út sínar goymslur áðrenn Brexit.

 

Tað skrivar reiðaríið í einum boðum.

 

Tað vóru serliga farleiðirnar millum Holland og Bretland, men eisini millum Svøríki og Bretland, at nøgdin av farmi vaks í desember, skrivar DFDS.

 

Í Eystursjónum vóru farmamongdirnar eisini størri í 2020 enn í 2019, tá hædd verður tikin fyri, at farleiðin millum Paldiski í Estlandi og Hanko í Finnlandi, varð niðurløgd.

 

Fyri alt árið í fjør var talan um eina niðurgongd upp á 1 prosent.

 

Tølini vísa kortini eisini, at talið av ferðafólkum við ferjunum var 79 prosent lægri í desember.

 

- Niðurgongdin er ein spegilsmynd av framhaldandi nei-ligu avleiðingunum av avmarkandi tiltøkunum í sambandi við Covid-19 á teimum báðum reikferða-farleiðunum í Ermasundi, skrivar reiðaríið.

 

Talið av ferðafólkum í Eystursjónum var eitt sindur hægri enn í 2019.

 

Kelda: Shippingwatch