
Niðurgongd upp á 25 prosent í fiskakvotunum í bretskum sjógvi kann enda við 4.000 færri fiskimonnum og størvum í hjávinnum, metir fiskimannafelag.
Bretska avtalan við Evropasamveldið, sonevnda Brexit, fær álvarsligar avleiðingar fyri fiskivinnuna í Thyborøn, tí teirra fiskikvotur minka við 25 prosentum í bretskum sjógvi.
Tað skrivar Fakblaðið 3F.
Í alt eru umleið 2.500 fiskimenn við hesum fiskiskipunum, men haraftrat kemur avleiðingarídnaður av ymsum slag sum fiskamjølsvirki, trolbindarar, ísleverandørar til skip og so framvegis. Í hesum vinnum starvast í dag umleið 14.000 fólk.
Danska “Fiskivinnufelagið” óttast, at ein fjórðingur, tað eru umleið 4.000 fólk, fara at missa arbeiðið sum beinleiðis avleiðing av Brexit-avtaluni.
Aftrat hesum koma starvsfólk á hotellum, hjá hárfríðkarum, á matstovum og øðrum lokalum virkjum og fyritøkum, hvørs lív er treytað av arbeiðnum í fiskivinnuni í útjagaraøkjum, har fiskivinnuhavnirnar liggja.
- Tað er ógvuliga, ógvuliga órættvíst, at tey turka rokningina av upp á fiskivinnuna. Hatta er ein alt ov kostnaðarmikil avtala, sigur Alfred Fisker Hansen, formaður í “Thyborøn Havns Fiskeriforening”.
Hann rópar avtaluna fyri ognartøku av grovasta slag.
- Vit eru ofrað í tí, sum onkur nevnir “tænasta á einum hægri stigi”. Tað er mikið møguligt, at talan er um eina góða avtalu fyri onnur í samfelagnum, men fyri fiskivinnuna er hetta ein vánalig avtala, sigur Alfred Fisker Hansen.
Kelda: Søfart