* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bretland krevur trygd fyri at lata iranskt tangaskip leyst

Bretskur ráðharri sigur, at eitt risa tangaskip verður latið leyst, um Iran tryggjar, at skipið ikki fer til Sýria.

 

Iranska tangaskipið, sum bretsku myndugleikarnir hava lagt hald á við Gibraltar, verður leyslatið, tá Teheran tryggjar, at lastin við ráolju ikki er ætlað Sýria.

 

Tað boðaði bretski uttanríkisráðharrin, Jeramy Hunt, iranska starvsfelaga sínum fra í einari telefonsamrøðu leygardagin.

 

Hermenn hjá bretsku sjóverjuni løgdu hald á oljutangaskipið Grace 1 hin 4. juli uttanfyri Gibraltar. Grundin var mistanki um, at fulllastaða skipið við ráolju fór at bróta ES-forðingarnar móti Sýria.

 

Iran hevur víst uppáhaldinum hjá bretum aftur.

 

Jeremy Hunt sigur, at eftir jaligar samrøður við iranska uttanríkisráðharran, Mohammad Javad Zarif, hevur hann vónir um, at Iran ikki ætlar at gera støðuna spentari, enn hon longu er.

 

Hunt sannførdi iranska uttanríkisráðharran um, at tað var málið hjá skipinum, sum loyp órógv á Bretland, og ikki upprunalandið, haðani oljan kemur, nevniliga Iran.

 

Kelda: Shippingwatch