* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tilvildarlig mynd.

Fyri at veita teimum flóttafólkum, sum koma til Bretlands, skjól, umhugsar stjórnin at keypa eina gamla ferju ella eitt gamalt ferðafólkaskip, sum skal liggja uttanfyri Southampton. Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum The Sun og Maritimedanmark.dk

 

Eftir øllum at døma ætlar bretska innanríkisráðið at brúka 49 milliónir krónur at keypa eina ferju, sum kann hýsa 1.400 fóttafólkum luta út á 141 kømur.

 

Ætlanirnar komu eftir øllum at døma undan kavi í einum “brain-stormi” í bretska innanríkisráðnum í farnu viku, har tað eisini var frammi at lata flóttfólk búgva á oljupallum, sum ikki eru í nýtslu, ella á oyggjum, sum liggja langt burtur frá bretska meginøkinum.

 

Ein ónevndt kelda sigur við The Sun, at myndugleikarnir eru farnir at leita eftir einum hóskandi skipi, sum altso skal liggja út fyri Portsmouth.

 

- Tað er veruligur vilji at gera nakað við hendan trupulleikan, og nú hendir nakað. Ferjuætlanin er komin á borðið, sigur keldan, sum vil vera ónevnd.

 

Meira enn 5.000 flóttafólk eru komin til Onglands umvegis Ermasund higartil í ár, og tað er tvífalt so nógv sum alt 2019.

 

Kelda: The Sun / Maritimedanmark