
Frá 5. desember kunnu tangaskipareiðarar, sum sigla undir ES-flaggi ella hava eina P&I-trygging frá einum felag í ES ella Bretlandi, ikki lognur hava ráolju umborð, sum kemur úr Russlandi.
Bretland váttar nevniliga nú, at landið fer við í tryggingarbannið.
- Vit standa framvegis við síðuna av Ukraina í ljósinum av barbariska álopinum hjá Putin, sigur bretski fíggjarmálaráðharrin, Jeremy Hunt:
- Vit hava bannað innflutningi av russiskari olju, og vit gera framvegis framstig í royndini at minka russisku oljuna heilt út úr bretsku skipanini. Nýggja støðan ger tað upp aftur truplari hjá Putin at vinna pening upp á ólógliga kríggj hansara, sigur Hunt.
Forboðið fer í fyrstu atløgu at fevna um ráolju, men fer frá 5. februar í 2023 eisini at umfata aðrar raffineraðar framleiðslur.
Kelda: Søfart